- Hvad så Torshavn...
Tað man vera ein mest sagdi setningurin á Vaglinum í kvøld. Tað mundi ongan enda fingið av dønum, sum regnaðu inn á pallin á Tórsfest í kvøld.
Av sangarum úr Danmark byrjaði Hjalmer Larsen, og síðani vóru dreingirnir úr Suspekt klárir klokkan 22. Løtu seinni Halberg and Friends, síðani rapparin L.O.C og so plátuvendarin Martin Jensen.
Síðstnevndi slapp eisini at enda Tórsfest í ár við einum brakið.
- Torshavn, op med hænderne, koyrdi 27 ára gamli danin úr Silkeborg meðan hann á pallinum eisini fekk vitjan av dreingjunum úr Suspekt.
Tað bleiv kanska í so nógv róparí hjá plátuvendaranum, róparí til eina fjøld sum meira ella minni bara vildi hava góðar kendar tónar at dansa eftir.
Tórsfest er liðugt, og hóast ljóðtrupulleikar fyrr á kvøldinum, so merkti tað ikki restina av konsertdegnum, sum eisini hevði veðrið við sær.
Sí eisini: Myndir: Tórsfest 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald