”Earth Overshoot Day” er hugtak fyri tann dag á árinum, tá heimsins íbúgvar hava brúkt alt tað, sum jørðin megnar at endurskapa í ár.
Í ár fellur dagurin saman við tjóðardegi okkara, og hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at hesin dagurin fellur so tíðliga á árinum.
Í fjør var dagurin 1. august, síðan 2010 hevur hann verið fyrst í august mánaði. Í 2000 var dagurin 23. september og í 1987 var hann 23. oktober.
Síðani fyrst í sjeytiárunum hava heimsins íbúgvar brúkt meira enn mett verður at jørðin megnar at endurskapa.
Við tað at dagurin beint eftir at árið er hálvrunnið merkir eisini, at vit menniskju á jørð nú brúka næstan tvífalt tað, sum jørðin megnar at endurskapa.
Talan er um eitt miðaltal fyri øll heimsins lond. Tað land, sum livir minst burðardygt sambært overshootday.org er Katar. Um allur heimurin livdi eins og tey gera í Katar, so hevði Earth Overshoot Day verið 11. februar. Luksemburg er landið í Evropa, har tey liva minst burðardygt, har er dagurin 16. februar. Í USA er hann 15. mars, í Danmark 29. mars, í Svøríki 3. apríl, í Finnlandi 6. apríl og í Noregi 18. apríl.
Jón Kragesteen, sum fylgir væl við evnum sum hesum, og eisini hevur skrivað blogg um evnið í dag, har dagurin fær heitið ”Heimsins út-um-markfarardagur”, skrivar, at í Føroyum er dagurin longu í mars mánaði.
Sambært overshootday.org eru londini, sum liva mest í tráð við hvat jørðin megnar at endurskapa Kyrgystan har út-um-markfarardagurin er annan jóladag og Myanmar og Niger, har dagurin er jóladag.
(Mynd: wikipedia.com)
Mynd: overshootday.org
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald