Innanlands

Ísland: Burðartalið er søguliga lágt

Miðaltalið er undir tvey, og hetta er eitt barn færri í miðal enn fyri 40 árum síðani, skrivar Kringvarpið

Í Íslandi eru kvinnurnar í miðal 28 ár, tá tær fáa sítt fyrsta barn, og tær fáa í miðal beint undir tvey børn

Í Íslandi eru kvinnurnar í miðal 28 ár, tá tær fáa sítt fyrsta barn, og tær fáa í miðal beint undir tvey børn

2019-07-15 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sambært Frettablaðnum er burðatíttleikin í Íslandi søguliga lágur. Talan er tó ikki um eina minking í fólkatalinum, tí íslendingar liva í miðal longri enn fyrr.

Tað eru greið tøl, tá tað kemur til at føða børn. Hvør íslendsk kvinna fær millum 1,7 og 1,8 børn, samanborið við 2,9 børn fyri 40 árum síðani.

Morgunblaðið skrivar, at íslendskar kvinnur fáa sítt fyrsta barn tá tær eru 28,2 ár í miðal. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder