Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði í gjár 3. uppstillingarfund. Sambært Norðlýsinum eru fýra valevnir á listanum hjá felagnum: Borgarstjórarnir Jóhan Christiansen (Eysturkommuna) og Sonni á Horni (Fuglfjarðar Kommuna), miðnámsskúlalærarin Pól Esper Hansen og Jóannis Erik Køtlum.
Jóannis Erik Køtlum varð stjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri sjúkrahúsverki Føroya frá 1. januar 2018 til mars í ár. Fyri fýra mánaðum síðani ynsksti hann at verða loystur úr starvinum. Jóannis Erik Køtlum er 53 ára gamal og er útbúgvin cand. merc í búskaparfrøði. Hann hevur áður millum annað verið deildarstjóri og virkandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og stjóri í grønlendska heilsuverkinum.
Sonni á Horni sigur við Norðlýsið, at onnur valevni framvegis kunnu koma á listan hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald