
Í dag, 1. desember, hevur John Rajani tikið við starvinum sum sendimaður Føroya í Ísrael.
Hann varð settur í starv síðst í oktober. Talan er um eina sendistovu, sum hevur verið nógv umtalað, síðani samgongan varð skipað í september 2019, har Miðflokkurin ynskti, at fáa eina sendistovu í Ísrael.
Les eisini: John Rajani verður sendifolk í Tel Aviv
Heimasíðan hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum skrivar, at sendimaðurin fer í vikuni til Ísraels at gera fyrireikingar og kanningar í sambandi við, at sendistovan letur upp. Sendistova Føroya í Tel Aviv letur eftir ætlan upp fyrst í januar.
Arbeitt verður eisini við at fyrireika eina føroyska vinnuferð til Ísraels. Vinnuferðin verður so skjótt umstøðurnar viðvíkjandi COVID-19 loyva tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald