Vágaportalurin skrivar, at tíðliga fyrrapartin fór Sverri av Miðvági fyri at koma kajakkum til hjálpar, sum liggja uppi á sandinum á Víkum. Tær sleppa ikki út aftur, tí tað er ókyrt. Helst noyðist tyrlan at koma uppí leikin eisini.
Hesar kajakkirnar vóru sæddar fyrrpartin á Slættanestanga, og sambært vp.fo er helst um somu níggju kajakkirnar sum máttu bjargast norðanfyi fyri kortum. Tað var í seinastu viku undir Ennibergi, at stórt bjargingarátak varð sett í verk, tí 9 kajakkir komu í trupulleikar.
Sverri tók ein av ísraelsku kajakkrógvarunum umborð, og silgdi til Oyragjógv við honum, har sjúkrabilur stóð fyri honum og førdi hann til Havnar. Óvist er, hvussu hann hevur meitt seg. Sverri er nú á veg eftir hinum rógvarunum.
Seinast dagført: 15.03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald