Teir føroyingar, sum í ár fylgja við danska X Factor, fáa nógv fyri pengarnar. Tí í einum føroyskum sjónarhorni, hevur X Factor ongantíð verið meira spennnandi. Ikki færri enn tveir føroyskir luttakarar eru við, og teir eru báðir komnir langt í kappingini.
Og nú er eisini greitt, at tað verður í øllum førum við Kára Fossdalsá av Toftum, at beinleiðis sendingarnar fara av bakkastokki um tvær vikur.
25 ára gamli Kári Fossdalsá er nevniliga millum teir tríggjar luttakararnar, sum dómarin Martin Jensen hevur valt at taka við sær til beinleiðis sendingarnar. Hvør dómari hevur ein úr hvørjum flokki - eldri enn 23 ár, yngri enn 23 ár og bólkar - við sær til beinleiðis sendingarnar.
(Mynd: Lasse Lagoni / TV2)
Umframt toftamannin, er 18 ára Tina Mellemgaard úr Hoyvík eisini við í væl umtóktu donsku sendingini.
Hana sóu vit ikki nógv til í kvøld. Tina er undir veingjunum hjá dómaranum Kwamie Liv og er í bólkinum undir 23 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald