Robert F. Kennedy Jr. kann fáa ein stóran leiklut í umsitingini hjá Donald Trump, um hann verður afturvaldur á forsetavalinum týsdagin.
– Hann kemur at spæla ein stóran leiklut í mun til heilsuverkið. Hann veit meira um tað enn nakar annar, segði Trump við miðlarnar í Michigan í gjár.
Kennedy er løgfrøðingur og veðurlagsstríðsmaður, og hann stillaði eisini upp til forsetavalið í ár sum sjálvstøðugt valevni, áðrenn hann í august boðaði frá, at hann stuðlaði Trump. Seinastu árini hevur hann verið fyri atfinningum og verið lagdur undir at spjaða falskar upplýsingar um koppseting, skrivar Ritzau.
Trump sigur, at hann er samdur í nógvum av áskoðanunum hjá 70 ára gamla Kennedy, sum sambært tíðindastovuni AFP kann vera í uppskoti til ein ráðharrasess, møguliga innan heilsumál, um Trump vinnur forsetavalið.
Robert F. Kennedy Jr. er sonur Robert F. Kennedy, fyrrverandi demokratiskur senatorur og forsetavalevni, og bróðursonur John. F. Kennedy, fyrrverandi forseti. Teir vórðu skotnir til deyðis í ávikavist 1968 og 1963.
Eftir at Kennedy hevði boðað frá, at hann stuðlaði Trump, komu systkin hansara við felags fráboðan, har tey søgdu seg vera vónbrotin av avgerð hansara, og at tey stuðlaðu demokratiska valevninum Kamalu Harris.
Les eisini: – Hetta er svik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald