Fyrradagin var komandi rektarin á Fróðskaparsetrinum, Chik Collins úr Skotlandi, á vitjan í Mentamálaráðnum.
Landsstýriskvinnnan í útbúgvingar- og granskingarmálum, Hanna Jensen, tók ímóti honum og beyð honum vælkomnum til Føroya, eins og hon segði seg vóna eitt fruktargott samstarv um hægri útbúgvingar til føroysk lesandi.
Nýggi rektarin á Setrinum er professari í politiskari sosiologi og málvísindum, og hann hevur neyvar kunnleikar til granskingar- og útbúgvingarøkið bæði sum granskari og undirvísari. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði sum deildarleiðari, varadekanur og settur dekanur á University of the West of Scotland, skrivar Menramálaráðið.
Setanarnevndin legði dent á, at nýggi rektarin í verki hevur víst evni at skapa undirtøku millum starvsfólk, at samstarva við uttanhýsis partar og at finna røttu javnvágina millum at hugsa strategiskt og at vera sera praktiskur í gjøgnumføring av ætlanunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald