Mentan

Lata 75.000 krónur fyri nýggja skaldsøgu

Nú er 10 mánaðir eftir at skriva í. Bókhandlarafelagið skipar fyri skaldsøgukapping

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-29 09:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bókhandlarafelagið kunngjørdi skaldsøgukappingina á Bókadøgum 2020. Hesaferð er ikki avgjørt frammanundan, hvat tema skaldsøgan skal snúgva seg um. Tað kann vera ein søgulig skaldsøga ella vísindaskaldskapur (science fiction), álvarssom ella skemtilig, og hon kann snúgva seg um fisk, politikk, kærleika ella brotsverk ella okkurt heilt fimta. Bert hugflogið setur markið.

Bókhandlarafelagið skrivaði ta fyrstu kappingina út í 2014. Marjun Syderbø Kjelnæs vann heiðursløn fyri handritið til skaldsøguna “Óendaliga Vera”. 

Næstu kappingina, sum bókhandlarafelagið setti í gongd í 2017, vann Oddfríður Marni Rasmussen við handritinum til “Ikki fyrr enn tá”, ið var útgivin í 2019, og nú skipa bókhandlarnir á triðja sinni fyri handritakapping.

Forlag H.N. Jacobsens hevur útgávurættin til skaldsøguna, sum vinnur kappingina, og kemur saman við rithøvundanum at ritstjórna handritið.

Freistin at lata inn skaldsøguhandritið er 1. mars 2022. Treytir og innlatingarmannagongdir síggjast á á bokhandil.fo og ritograk.fo.

Í Bókhandlarafelagnum eru H.N. Jacobsens Bókahandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder