Innanlands

Lótu grindina sleppa

Tað gjørdist ov myrkt at halda hana til

Grindin varð funnin norður úr Barðinum í Vágum (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Grindin varð funnin norður úr Barðinum í Vágum (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2019-11-23 17:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í dag varð ein lítil grind funnin nakað norður úr Barðinum í Vágum.

Langt er til nærmastu grindavág, og tí var ikki rættiliga gjørd nøkur roynd at fáa rakstur á grindina, tí tað gjørdist skjótt greitt, at tað ikki fór at bera til at koma langa leið við henni áðrenn myrkrið fall á.

Um fýra tíðina fekk politistøðin boð um, at tað var vorði so mikið myrkt, at tey høvdu latið grindina sleppa.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder