Innanlands

Lukka Syðrugøtu av kl. 16 í dag

Hevur tú ørindi har skalt tú hava serligt koyriloyvi

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-07-10 14:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað er í morgin at ársins G! Festivalur fer í gongd og við honum broytist Syðrugøta.

Umframt at tónleikur verður at hoyra alt vikuskiftið, verður Syðrugøta eisini stongt av fyri vanligari ferðslu frá í dag av kl. 16.

Fyriskipararnir fyri festivalinum siga, at tey sum búgva í Syðrugøtu hava fingið serligt pass at sleppa at koyra har. Gjørligt hevur verið at fáa eitt serligt pass til sín og eisini vitjandi. Men týdningarmikið er, at bilar ikki verða standandi leingi ella har teir eru til fortreð fyri ferðslu.

Les eisini: Ávara fólk um at stilla bilarnar tilvildarliga frá sær á G!

Nøkur undantøk eru tó fyri hvørji sleppa at koyra í Syðrugøtu. Firmabilar í arbeiðsørindum, postbilar, taxabilar o.s.fr. fáa loyvi at koyra inn í Syðrugøtu. Eisini illa gongd fólk við serligum loyvi í bilinum, sleppa inn í Syðrugøtu.

Fyriskipararnir gera vart við, eins og Eysturkommuna hevur, at um bilar standa uttan loyvi ella um teir standa til ampa fyri ferðslu, so verða hesir fluttir fyri eigarans rokning.

Fyri vanliga festivalgangaran er parkering loyvd í Gøtugjógv og í Norðragøtu. Eitt nú er parkering at finna yvir móti fiskavirkinum í Norðragøtu.

Fyriskipararnir gera eisini vart við at bæði bussar og taxa koyra á festivalinum. Nummarið til taxa bilarnar sæst á vikuskiftisarmbandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder