Uttanlands

Maður handtikin á Roskilde festivalinum: Tók video av kvinnum meðan tær pissaðu

At fólk taka uppá video, meðan kvinnur pissa er ikki nakað nýtt á festivalum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-07 09:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 43 ára gamal italskur maður varð handtikin á Roskilde festivalinum fríggjadagin og skuldsettur fyri blygdanarskemd.

Maðurin hevði lúrt eftir fleiri kvinnum, meðan tær pissaðu og tikið tað uppá video.

Maðurin varð avhoyrdur og seinni leyslatin aftur, skrivar DR.

Ein 51 ára gamal russari misti sítt festivalarmband, tí løgreglan hevði illgruna um, at eisini hann tók video av kvinnum, meðan tær pissaðu. Hetta vísti seg tó ikki at vera rætt. Maðurin varð kortini tikin fyri at "stara niður á" kvinnurnar, meðan tær pissaðu.

At festivalgestir lúra eftir ella taka video av kvinnum, meðan tær pissa er ikki nakað nýtt á Roskilde festivalinum.

B.T. kunngjørdi fyrr í ár, at fleiri videoupptøkur av pissandi kvinnum vóru til sølu á netinum. Upptøkurnar, ið verða seldar á einari amerikanskari heimasíðu, eru frá m.a. Distortion í Keypmannahavn, Karneval í Aalborg, og Roskilde festivalinum, og vísa m.a. kvinnur, ið pissa aftanfyri einum containara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder