Innanlands

Maður skuldsettur fyri at hava stolið í tveimum handlum

Tók turran fisk fyri 900 krónur í einum handli og sigarettir fyri somu upphædd í einum øðrum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-03 07:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður, sum segði seg ongar pengar eiga, var í gjár skuldsettur fyri at hava stolið í tveimum ymiskum handlum í gjár.

Í báðum førum vóru tað vakmyndatól, sum avdúkaðu mannin.

Í øðrum handlinum hevði hann stolið sigarettir fyri umleið 900 krónur, og í hinum fór hann eftir turrum fiski fyri nøkulunda somu upphædd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder