Innanlands

Málið um óheimilað stríðsstig tikið aftur

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heitti fyrr í dag á Fasta Gerðarættin um at taka støðu til fráboðað verkfallið. Hendan er nú tikin aftur

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sum brádliga hevur broytt støðu (Mynd: kaf.fo)

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sum brádliga hevur broytt støðu (Mynd: kaf.fo)

2024-05-14 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum umhugsaði hetta stigið, tí mett varð at tey fýra fakfeløgini ikki hava rætt at lýsa verkfall fyri ávísar limir. Her er talan um starvsfólk hjá landinum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók stigið beint fyri døgurða. KAF heitti á Fasta Gerðarættin um at kanna, hvørt fráboðaða verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum er eitt sonevnt óheimilað stríðsstig.

Her snýr tað seg um rættin at lýsa verfall fyri limir, ið arbeiða hjá ymisku kommununum, og hetta skuldi ganga skjótt.

KAF hevur tó broytt hugsan, tí seinnapartin varð málið afturkallað. Hetta váttar Alfred Petersen, formaður fyri Fasta gerðarrættin - fyri bæði Kringvarpinum og vp.fo.

Harvið verður lýsingin "óheimilað stríðsstig" ikki ein forðing fyri verkfallinum, sum fýra arbeiðarafeløg fara undir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder