2019-08-28 15:34
Í mai varð kunngjørt, at Marjun í Kálvalíð skal røkja nýggja fulltíðar embæti sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi.
Marjun er nú avloyst í Vestmanna og til reiðar at fara í gongd á Vágoynni.
Miðvágs Krikja boðar frá, at sunnudagin 1. september, klokkan 11 verður gudstænasta við Marjun í Kálvalíð presti og Una Næs dómprósti, har Uni Næs fer at seta Marjuna í Kálvalíð í embætið sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald