Norðurlond kunngera í dag nýggjastu føðsluráð til sínar borgarar. Fyri fyrstu ferð byggja tilmælini á vísundalig ráð fyri bæði heilsu og umhvørvi, og tey mæla til, at meira planturíkur kostur, meira fiskur og minni kjøt verður sett á borðiskarnar.
Hetta er sættu ferð, at Norðurlond koma við felags ráðum til hvat og hvussu vit eiga at eta.
- Frágreiðingin gevur okkum eitt vísundaligt støði, sum vísir, at sunnur kostur ofta eisini er burðardyggur. Finnast skal ein samvirkan millum heilsu og umhvørvi í skiftinum, sum er neyðugt í okkara matvørunýtslu, sigur Rune Blomhoff, verkætlanarleiðari á Oslo universitet, ið er verkætlanarleiðari fyri nýggju føðsluráðini.
Boðini eru at eta nógv meira grønmeti, frukt, ber, bjølgplantur, epli og fullkorn. Tilmælini siga eisini, at vit eiga at eta meira fisk og nøtur, vera varin við mjólkarvørum við lágum fitiinnihaldi, avmarka tað reyða og hvíta kjøtið og eta sum minst av kjøti, ið er viðgjørt og sum hevur høgt innihald av fiti, salti og sukuri.
Nýggju føðsluráðini fáa viðmæli frá heimsheilsustovninum hjá ST, WHO.
Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari fyri WHO heldur, at nýggju kostráðini vísa eitt greitt samband millum sunn fólk og eina sunna jørð.
- Eg ynski norðurlendska ráðharraráðnum til lukku við hesi frágreiðingini og hvussu hon er komin í lag við almennum hoyringum. Yvirskipaðu ráðini um at skifta til meira planturíkan kost, er í tráð við nýggjastu vísundaligu rákini, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus.
- Henda frágreiðingin fer at hjálpa norðbúgvum til at eta sunt og umhvørvisvinarligt, tí tað er ein vegleiðing til kostráðini hjá teimum einstøku londunum, og fara harvið eisini at stýra mattilboðunum í okkara skúlum, sjúkrahúsum og øðrum almennum køkum, sigur Karen Ellemann, aðalskrivari í norðurlendska ráðharraráðnum, ið gevur frágreiðingina út.
Frágreiðingin er úrslit av fýra ára longum arbeiði, har fleiri hundrað norðurlendskir og altjóða granskarar hava tikið lut.
Arbeiðið er gjørt við størsta gjøgnumskygni, soleiðis at hvørt kapittul í hoyringini hevur ligið alment frammi til hoyringar í átta vikur.
So longu áðrenn frágreiðingin er almannakunngjørd, hevur kjak verið um innihaldið, eitt nú tí mælt verður til at eta nógv minni reytt kjøt.
Í síðsta enda eru tað londini sjálv, sum taka støðu til, um tey vilja halda seg til ráðini, tá tey koma við sínum kostráðum, skrivar ráðharraráðið í tíðindaskrivi.
Soleiðis ljóða nøkur av ráðunum:
- Tilmæli fyri hesi føðsluevni eru broytt munandi í mun til undanfarnu útgávu: E-vitamin, B6-vitamin, folat, B12-vitamin, C-vitamin, tiamin, calcium, zink og selen.
- Bjølgplantur: Mælt verður til at eta meira, serliga við atliti til umhvørvið.
- Alkohol: Eftirsum tað ikki kan setast eitt trygt mark fyri alkoholnýtslu, er tilmælið, at øll skulu halda seg frá alkoholi. Tá alkohol verður drukkið, skal tað vera í minst møguligum nøgdum. Børn, ung og kvinnur við barn skulu halda seg frá alkoholi.
- Korn: Meira brúk av fullkorni eg gott fyri bæði heilsu og umhvørvi. Mælt verður til at eta minst 90 gramm av fullkorni um dagin.
- Grønmeti, frukt og ber: Samlaða tilmælið av ymsum grønmeti, fruktum og berum er 500-800 gramm ella meira um dagin.
- Fiskur: Meira fisk vit eta, sum stavar frá burðardyggari fiskiveiðu, er gott fyri heilsu og umhvørvi. Mælt verður til at eta 300-450 gramm um dagin, harav minst 200 gramm av feitum fiski.
- Reytt kjøt: Av heilsuávum verður mælt frá at eta meira enn 350 gramm av reyðum kjøti um vikuna. Mongdin av tilgjørdum reyðum kjøti eitur at vera so lág sum gjørligt. Av umhvørvisávum eigur brúkið av reyðum kjøti helst at vera minni enn 350 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald