Innanlands

Mest lisnu tíðindastubbarnir í 2019

Kekkiskt sprund við Beinisvørð, Katrina Maria, horvin maður í Fugloy, misteinkiligur maður í miðbýnum í Havn og Arnfinn á Birtuni. Her eru mest lisnu tíðindastubbarnir í ár

2019-12-31 16:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn eitt hendingaríkt ár ár er við at halla, og vit hava savnað mest lisnu tíðindastubbar á Portalinum í 2019.

Eins og í fjør, er ymiskt hvat fangar áhugan hjá føroyungum.

 

1. Kekkiskt sprund nektar seg við Beinisvørð

[object Object]

1. mars: Í mars mánað vóru leinkjur í umfer millum Føroyingar, har útlatin model stóð við Beinisvørð. Hetta er helst fyrsti pornofilmurin sum er tikin upp í Føroyum. Sí grein.

 

2. Ein jólagáva til sínar fylgjarar

[object Object]

1. desember: 27 ára gamla havnardaman Katrina Maria ger aftur um seg. Hesaferð við kalendara fyri 2020 sum ber til at bíleggja á netinum. Sí grein.

 

3. Keypti einvegis ferðaseðil til Føroyar og hvarv í Fugloy

[object Object]

16. januar: 29 ára gamal maður úr Eysturríki komin til Føroya við einvegis ferðaseðli, og gjørdi ein túr til Fugloyar. Her skuldi hann ein gongutúr. Síðani sá eingin nakað meira til mannin. Sí grein.

 

4. Úr United-troyggjuni

[object Object]

23. august: Nýggj myndarøð frá Katrinu Mariu Christiansen. Hesaferð er ikki so nógv at síggja til Manchester United-troyggjuna, sum annars hevur verið tema hjá henni. Serliga er Katrina Maria virkin á Instagram. Sí grein.

 

5. Tit svíkja tað sum Eiler Jacobsen setti í verk

[object Object]

21. oktober: Poul Jákup Thomse, sum býr í bygdini er alt annað enn nøgdur yvir, at depilin í Skálavík verður kristin eftirskúli. Sí grein

 

6. Hildu mann síggja misteinkiligan út

[object Object]

11. januar: Løgreglan fær fráboðan frá fólki um ein mistreinkiligan mann. Illgruni var um, at maðurin hevði eitthvørt rúsevni á sær, og tí fór løgreglan at kanna mannin. Tað vísti seg tó, at hann einki ólógligt hevði á sær. Sí grein.

 

7. Slíkum manni havi eg ikki álit á

[object Object]

14. september: Henrik Old atkvøddi ímóti at velja Bárð á Steig Nielsen til løgmann. Henrik Old sigur seg millum annað ikki kunna góðtaka at Bárður á Steig Nielsen brúkti Javnaðarflokkin sum jarnbrot fyri at fáa samgonguflokkarnar upp á pláss. Sí grein.

 

8. Kennir seg illa viðfarnan av Kringvarpinum

[object Object]

20. august: Arnfinn á Birtuni, sum stillar upp fyri Framtakið varð gestur í Andglettinum í sjónvarpinum hetta kvøldið. Aftaná sendingina var hann sera ónøgdur við viðferðina sum hann fekk. Hann helt hetta vera “unfair”, sum hann orðaði seg. Sí grein.

 

9. Myndakapping: Hvussu halda føroyingar jól

[object Object]

24. desember: Fleiri enn 70 myndir sum vísa hvussu føroyingar halda jól. Portalurin skipaði fyri myndakapping jólaaftan og jóladag, og undirtøkan var stór. Sí grein.

 

10. Video: Føroyskt bjargaði Rut - dómararnir gjørdust trøllabundnir

[object Object]

11. januar: 25 ára gamla Rut Brend á Viðareiði luttók í X Factor. Hon royndi seg fyrst við sangi hjá Michael Bublé, og tað gekk ikki so væl. Hon fekk tó ein annan møguleika og royndi seg á føroyskum við lagnum “Trøllabundin” hjá Eivør. Tá riggaði, og Rut sang seg víðari. Sí grein.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder