Tað er ein stoltleiki at hóma millum tey, sum seinnapartin hava sæð tríggjar teir fyrstu partarnar av krimirøðini Trom.
Hetta er fyrstu ferð, at ein slík sendirøð er framleidd í Føroyum, og við stórum spenningi hava føroyingar bíðað eftir frumsýningini.
Tey sum hava verið við til, at hetta gjørdist veruleiki, vóru í dag boðin til undansýningmaraton í Løkshøll við reyðari langmottu og øllum tí, sum har til hoyrir.
Fyrstu tríggir partarnir eru farnir aftur um, og hvørja løtu verða tríggir teir síðstu vístir.
Trom verður at síggja hjá almenninginum á stroymingartænastuni Viaplay frá á midnátt.
Sí nakrar myndir frá tiltakinum niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald