2021-07-07 11:46
Tað gekk væl at drepa grindina, sum legði beinini í Sandavági tá klokkan nærkaðist ellivu fyrrapartin.
Grindin varð funnin vestanfyri Koltur um átta tíðina í morgun.
Tað er ringt at siga hvussu nógvir hvalir talan er um, men tað er upp ímóti 100. Hvalirnir verða nú sleipaðir til Miðvágs.
Nógv fólk var í Sandavági og hugdi eftir drápinum. Eisini nógv ferðafólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald