placeholder
Uttanlands

Næststørsti býur í Avstralia letur aftur

Eitt nýtt koronaútbrot merkir, at meir enn fimm milliónir íbúgvar í Melbourne verða bidnir um at vera heima.

Daniel Andrews, forsætisráðhárri í statinum Victoria (Mynd: EPA)

Daniel Andrews, forsætisráðhárri í statinum Victoria (Mynd: EPA)

2020-07-07 09:00 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Næststørsti býur í Avstralia, Melbourne, og fleiri forstaðir til býin verða afturlatnir eftir uppafturkyknan av koronasmittuni. Tað upplýsir forsætisráðharrin í statinum Victoria, Daniel Andrews.

Tað merkir at fimm milliónir íbúgvar verða bidnir um, at vera heima.

Avgerðin er tikin eftir, at ein metstórur vøkstur hevur verið í smittutilburðum uppá ein dag.

Staturin Victoria hevur skrásett 191 nýggjar tilburður seinasta samdøgri. Tað er tað hægsta talið síðan smittan byrjaði at breiða seg. Mánadagin vóru 127 tilburður skrásettir.

Andrews upplýsir at afturlatingin verður galdandi í minsta lagið seks vikur.

Eisini er markið millum statin Victoria og statin við flest íbúgvum New South Wales latið aftur. Seinast tað hendi var tá spanska sjúkan herjaði í 1919.

Avstralia hevur skrásett nærum 9.000 tilburðir av Covid-19, meðan 106 er skrásett til at hava latið lív við smittuni.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder