Innanlands

Nes Kommuna fer at gera 20 nýggj grundstykki

Áhugin at seta búgv í kommununi er stórur

2019-07-15 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nógv fólk, ið vilja seta búgv í Nes Kommunu, og tað hevur ført við sær, at kommunan nú hevur keypt jørð, ið skal stykkjast út til 20 nýggj grundstykki.

Hetta skrivar kommunan í ársrokniskapinum fyri 2018 hjá kommununi á eystara armi av Skálafjørðinum. Arbeiðið, at stykkja út tey nýggju grundstykkini, byrjar í heyst. Tað verður eftir ætlan liðugt á vári í 2020.

Kringvarpið skrivar, at áhugin fyri grundstykkjum í Nes Kommunu var í fleiri ár so at siga eingin. Tey seinnu árini er vend komin í, og eftirspurningurin eftir grundstykkjum er øktur, sigur kommunan. Hetta hevur allarhelst nakað at gera við, at koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder