Innanlands

Netflix broytir nógv umtalað brot í 13 Reasons Why

Talan er um, tá ein av høvuðspersónunum ger sjálvmorð

2019-07-16 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani røðin "13 Reasons Why" kom á Netflix á várið í 2017, hevur hon fingið nógva umrøðu. Røðin viðgerð og tekur í álvarsom evni so sum happing, hóttanir, neyðtøku og sjálvmorð.

Teir fyrstu 13 partarnar (season 1) byggja uppá, at ein genta á miðnámsskúla hevur gjørt sjálvmorð, og hvussu og hví tað hendi. Tannáringurin, Hannah Baker, greiðir frá sínari søgu á nøkrum bondum, ið hon lat eftir seg áðrenn hon gjørdi av við seg í baðkarinum við hús, har hyggjarar millum annað sóu tað flóta yvir við blóði. 

[object Object]
(Katherine Langford hevði leiklutin sum Hannah Baker í nógv umtalaðu røðini - Mynd: Netflix 

Sjálvmorðið verður ógvuliga gjølla lýst, og tann løtan er ein av teimum úr røðini, ið hevur verið fyri atfinningunum, tí hon er ov ógvuslig; 13 Reasons Why er millum annað kritisera fyri at hálova sjálvmorð. Røðin hevur tó eisini fingið rós fyri ikki at pakka ting inn og fyri at takla álvarslig evni og lýsa tey á ein veruleikakendan hátt.

Tað eru millum annað foreldrabólkar og ráð, ið hava vilja at røðin verður tikin av Netflix, tí hon hevur ringa ávirkan á ungarar hyggjarar. Netflix og tey sum hava framleitt 13 Reasons Why hava nú valt at broytt sjálvmorðsløtuna. Hetta skrivar felagið á Twitter, og at tað er eftir ráð frá læknafakligum serfrøðingum. Tað er ikki greitt, hvussu senan verður broytt. 

Season 2 kom út seinasta vár, og Season 3 av 13 Reasons Why er á veg. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder