2019-07-17 07:28
Norðoya Fólkafloksfelagi boðaði í gjár frá, at uppstillingin var liðug, og at hesi trý eru uppstillaði av felagnum:
- Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna
- Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður
- Beinir Johannesen, býráðslimur
Talan er um tvey roynd løgtingsfólk og ein ungan politikkara, ið hevur sitið í býráðnum hetta valskeiðið og sum fekk heilar 677 atkvøður til fólkatingsvalið í juni.
Formaðrurin í Norðoya Fólkafloksfelag sigu millum annað, at tað er við góðum treysti, at felagið fer til komandi løgtingsval, og øll leggja orku verður løgd í at vinna valið og mynda eina komandi samgongu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald