Í ár verður ólavsøkuframsýningin frá leygardegnum 27. juli til týsdagin 30. juli, og sum vanligt, miðar Lions Club Tórshavn eftir at hava eina stóra og fjølbroytta framsýning í Müllers Pakkhúsi.
Ofta hevur verið gravgangur eftir at sleppa við, og tí heldur Lions seg til leistin, sum hevur verið seinnu árini, at hvørt listafólk kann í mesta lagi hava trý verk við á framsýningini, skrivar Lions Club í tíðindaskrivi.
Freistin at boða frá luttøku á ólavsøkuframsýningini er mikudagin 24. juli, og tað kann gerast á Facebook-síðuni hjá Lions Club Tórshavn.
Listaverkini, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi hósdagin 25. juli millum klokkan 16 og 18.
Sum vanligt, fer ágóðin av framsýningini óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap, og í næstum verður kunngjørt, hvør fær ágóðan av ársins framsýning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald