
Hagstovan hevur aftur gjørt fólkatalið upp. Nýggjastu tølini vísa, at vøksturin frá 1. februar 2020 til 1. februar í ár var 1,5 prosent. Í tólv-mánaðarskeiðnum frammandundan var vøksturin 1,7 prosent.
Nettotilflytingin var 131 fólk færri, men hinvegin var burðaravlopið 52 fólk fleiri (Mynd: Hagstova Føroya)
- Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó er óvist, um hetta hevur havt nakra ávirkan á gongdina í fólkatalinum. Tað eru helst aðrar orsøkir til, at nettotilflytingin er minkað nakað
Tølini hjá Hagstovuni vísa, at seinastu sjey árini hevur tilflytingin til Føroyar verið størri enn fráflytingin.
- Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Stóra tilflytingin økist ikki longur, men er heldur minkandi. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka nakað, sum árini frammanundan. Samanlagt er úrslitið, at hóast nettoflytingin til Føroya nú tykist at minka nakað, er hon tó enn søguliga stór
Sambært Hagstovuni var burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð, í fjør tað størsta seinastu 16 árini.
Tey flestu av teimum nú 53,022 í Føroyum búgva í høvuðsstaðarøkinum, ið eisini hevði nógv tann størsta fólkavøksturin frá 1. februar í fjør til 1. februar í ár. Lutfalsligi vøkstruin var annars javnt stórur í Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Norðuroyggjum við 1,7 - 1,8 prosent. Tølini vísa eisini, at Sandoyarøkið og Suðuroyggin hava havt stóra tilflyting, og tann størsti lutfalsligi vøksturin er tann í Sandoyarøkinum - 2,1 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald