Ferðavinnan hevur nú fingið ta ávirkan í Sundalagnum, at nýggj matstova er latin upp í Ljósáum. Tað er gamli salurin hjá brøðrunum í bygdini, sum er umbygdur til matstovu.
Tað er Rose Alemayehu Poulsen, sum saman við manninum, Pól Poulsen, hevur latið matstovuna “Rose’s Cafe” upp. Rose hevur í fleiri ár arbeitt innan føroysku matvinnuna, og nú eru hennara ætlanir um at opna egna matstovu vorðnar veruleiki við Rose’s Cafe. Talan er um einastu matstovuna eystaru megin í Sundalagnum.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/07/10/615x455/6630463425409760959207081643701383091716096n.jpg)
Rose er ættað úr Etiopia, og hevur tikið útbúgving innan matgerð í Washington í USA.
Leygardagin 13. juli verður stórt altjóða sjálvtøkuborð í Rose’s Cafe. Á sjálvtøkuborðinum verða leskiligir og spennandi rættir úr Kina, Japan, Indonesia, Grikkalandi, Italia og Etiopia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald