Nú eru útlit fyri, at verulig ferð kemur á arbeiðið at ríva gamla skúlan í Hoyvík niður og byggja nýggjan ístaðin. Tórshavnar kommuna hevur samtykt at fara undir arbeiðið.
Hetta skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari í morgun. Jákup Bogi Joensen hevur tosað við Heina Gaard, leiðara á Mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.
- Vit hava arbeitt við fleiri møguleikum. Tekningar eru gjørdar av einum tvísporaðum skúla og einum trísporaðum skúla. Tað letur seg gera at byggja ein trísporaðan skúla, men tá verður ógvuliga trongt á økinum, og tí hava vit í fyrsta umfari valt at arbeiða víðari við verkætlanini at byggja nýggjan tvísporaðan skúla.
Heini Gaard frá Tórshavnar kommunu (Mynd: skulabladid.fo)
Enn er eingin kostnarmeting gjørd. Tórshavnar kommuna hevur gjørt ymiskar ábøtur á núverandi Hoyvíkar Skúla men mett verður, at tað er betri at hugsa nýtt og øðrvísi.
Tað fyrsta stigið er, at finna eina skikkaða loysn á, hvussu og hvar næmingar í Hoyvíkar skúla kunnu húsast, meðan byggiarbeiðið verður.
- Tað er ikki bara sum at siga tað at flyta so nógvar næmingar í einum høggi. Vit hava kannað fleiri møguleikar, og beint fyri summarfrítíðina vóru vit í Hoydølum og kannaðu umstøðurnar á gamla Studentaskúlanum. Tað er ein møguleiki, men vit eru ikki komin á mál við tí arbeiðinum, sigur Heini Gaard við Skúlablaðið
Les alla greinina hjá Skúlablaðnum HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald