Innanlands

Óansni var høvuðsorsøkin til arbeiðsvanlukkuna á Tvøroyri í fjør

Hetta er niðurstøðan hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum hevur kannað málið og nú ikki ger meira við tað

Byggiplássið á Tvøroyri har vanlukkan hendi

Byggiplássið á Tvøroyri har vanlukkan hendi

2019-07-11 16:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanlukkan hendi 21. juni í fjør, har ein ein 55 ára gamal maður doyði, tá hann kom fyri eina koyrandi lyftu.

Niðurstøðan hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er, at arbeiðsgevarin hjá manninum, sum doyði, hevur ikki brotið arbeiðsumhvørvislógina. Talan er um smápartafelagið MTV Byggivirki. 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger ikki meira við málið. Tað fer heldur ikki at mæla fútanum til at gera meira við málið. Tað er orsakað av, at kanningin hjá eftirlitinum vísir, at høvuðsorsøkin til vanlukkuna var óansni ella ósketni. Hetta skrivar Kringvarpið. 

Kanningar vísa, at maðurin, sum doyði, var í ferð við at ringja til arbeiðsgevaran, tá vanlukkan hendi. Hann var farin burtur frá manninum, hann arbeiddi saman við, fyri at ringja, og har vóru eingin vitni til vanlukkuna.

Sambært Arbeiðs- og brunaeftirlitinum fór maðurin ov nær við lyftuna, beint áðrenn hon fór at koyra. Maskinan hevur skumpað hann um koll, og síðani hevur hon koyrt yvir hann. Tann, sum koyrdi lyftuna, hevði ikki møguleika at síggja mannin. Tá hann hugdi frameftir, áðrenn hann fór at koyra beint fyri vanlukkuna, sá hann ongan við lyftuna.

Talan var um stórt óansni hjá manninum, sum hevði umfatandi royndir á byggiplássinum, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitiðí sínari niðurstøðu. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder