Fyri flestu okkara er tað at lesa ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Vit lesa bløð, bøkur, vegaskelti og mangt annað, og vit samskifta skrivliga á netinum uttan trupulleikar. Lesingin fellur teimum flestu líka so lætt sum at draga andan. Men ein partur av okkum, og helst fleiri, enn vit høvdu roknað við, hava trupulleikar við lesing og skriving og stríðast við orðblindni.
- Tað er sera týdningarmikið, at vit megna at lofta menniskjum við orðblindni nóg tíðliga og á rættan hátt. Hetta krevur raðfesting, rættar førleikar og økta upplýsing um trupulleikarnar at liva við orðblindni og um møguleikar fyri hjálp, sigur Kristianna Winther Poulsen í lesarabrævi í dag og kunnger samstundis, at hon fram til løgtingsvalið 2019 fer at lesa síni lesarabrøv inn, so at til ber at hoyra tey á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum og á hennara Facebook-síðu.
- Við at lesa tekstin inn strimba vit atkomuna hjá fólki við orðblindni, so tey betur kunnu luttaka í valinum. Hetta er eisini gott fyri fólkaræðið, og tí vóni eg, at onnur valevni gera tað sama. Harumframt vísi eg í mínum lesarabrævi á ymisk viðurskifti, sum vit eiga at betra fyri børn og vaksin við orðblindni, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald