
(Video omanfyri er frá greinini "Sára rennur og hoppar fyri tykisturistum" frá apríl í fjør)
Sheepview, Faroe Islands Translate, Closed for Maintenance og Remote Tourism.
Átøkini hjá Sansir, Mensch og Visit Faroe Islands hava skapt uppmerksemi, og ferð aftaná ferð hava tey vunnið virðislønir fyri tey.
Í ár er heldur einki undantak, tí í gjár vunnu tey tvær gull- og tríggjar bronsuvirðislønir á Danish Digital Award 2021, og vóru mest vinnandi á tiltakinum.
Tað var fyri atakið Remote Tourism, sum koyrdi á sumri 2020, tá 22 virtuellir túrar vóru gjørdir kring landi. Tað bar til hjá fólki frammanfyri skíggjanum at gera av, hvar ein føroyskur ferðaleiðari við myndatóli á høvdinum skuldi ganga.
Remote Tourism vann gull í bólkunum “Digital Differentiation: Digital Proposition” og “ROI”, og bronsu í “Digital Activation”, “Branded Content – Kampagnedrevet” og “Innivation”.
-
Tór Verland Johansen (Sansir), Kristina Sandberg Joensen (VFI), Olivia Døgg Fríðfinsdóttir (VFI), Bogi Karbech Henriksen (Sansir) og Jóhan Pauli Helgason (VFI). (Mynd: Tór Verland Johansen)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald