Innanlands

Ruth Vang størst framgongd - Jacob Vestergaard størst afturgongd

Forkvinnan í Framsókn gjørdi eitt kanón val og hevði eina framgongd upp á 270 prosent. Jacob Vestergaard hevði størst afturgongd og gjørdi sítt vánaligasta val síðani 2004

Framsókn og Ruth Vang fingu tríggjar tinglimir á valinum hósdagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Framsókn og Ruth Vang fingu tríggjar tinglimir á valinum hósdagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-11 15:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hugt verður eftir hvussu atkvøðurnar fullu á løgtingsvalinum hósdagin, er ymiskt hvussu framgongdin og ikki minst afturgongdin hevur verið hjá summum tingfólkum.

Ruth Vang sum á fyrsta sinni varð vald á løgting hevði størstu framgongdina í mun til valið í 2019. 

Hon fekk í 2019 265 atkvøður, sum rakk til eitt triðja pláss á Framsóknarlistnaum. Síðani er hon vorðin forkvinna í flokkinum, og til hetta valið fekk hon 981 atkvøður. Framgongdin er 270,2 prosent.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Royndi politikarin í Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, gjørdist nummar seks á listanum við einans 361 atkvøðum. Hetta er ein stór afturgongd í mun til 783 atkvøður á valinum í 2019. Afturgongdin er 53,9 prosent. Hetta er eisini vánaligasta valið hjá Jacobi Vestergaard síðani 2004.

Síggj tølini niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder