Seint í seinastu viku skrivaði landstýriskvinnan í skúlamálum, Hanna Jensen, undir sáttmálan um nýggja skúlasamstarvið Framvit.
Framvit er heitið á nýggja skúlasamstarvinum, sum umfatar 8. og 9. flokk úr Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Kommunurnar hava leingi samstarvað um framhaldsdeildina, har næmingar úr Leirvík og Gøtu eru farnir til Fuglafjarðar at ganga.
Kommurnar boða á heimasíðum sínum frá, at við samstarvinum vilja grannakommunurnar taka lógvatak saman til frama fyri ungdómin og skúlaskapin 20 ár fram í tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald