Mentan

Serstaka heiðurslønin latin Biritu Poulsen

Unga Birita Poulsen, hevur seinastu árini prógvað seg sum sera gávaðan sopran

(Mynd: Andri Gerðisá)

(Mynd: Andri Gerðisá)

2021-01-13 19:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mentamálaráðið: Fyrsta virðislønin á heiðurstiltakinum í Løkshøll í kvøld er latin teirri ungu Biritu Poulsen, ið seinastu árini hevur prógvað seg sum sera gávaðan sopran.

Birita Poulsen er undir útbúgving til operasangara í Týsklandi og hevur har fingið fleiri góð ummæli fyri sínar framførslur. Í Føroyum hevur hon frá heilt ungum árum gjørt vart við seg, til dømis í kappingini Stella Polaris.

Tað er eyðsýnt, at Birita Poulsen hevur viljan til at tvinna góðu sangevnini saman við hørðum arbeiði fyri áhaldandi menning. Fyri eggja ungu songkvinnuni til, fekk hon í kvøld serstøku virðisløn landsins.  

Grundgevingin var soljóðandi:

Tað varð ikki kvøðið yvir vøgguni hjá Biritu Poulsen, at yrkisleiðin skuldi vera innan klassiskan tónleik. Men í Meginskúlanum á Sandi varð brennandi áhugin fyri tónleikinum og serliga operuni kveiktur. 

18 ára gomul leitaði hon sær sangundirvísing, og tað var eyðsæð, at hon hevði óvanliga góðar gávur at syngja klassiskt. Á viðurkenda Hanns Eisler tónleikaakademinum í Berlin hevur hon seinastu árini ment seg og nomið sær bachelorútbúgving. Nú er hon undir masterútbúgving í operasangi.

Tó at unga songkvinnan serliga hevur lagt seg eftir opera, røkka evnini eisini til oratoriur og annan sang, og fyri leiklutir sínar á fremmandum pallum vinnur hon viðurkenning og góð ummæli.

Í Føroyum telist hon ímillum tey fáu, sum hava givið føroyingum upplivingar í klassiskum sangi og opera, og hon hevur soleiðis ríkað okkum tónleikaliga við framførslum sínum - bæði einsamøll og saman við øðrum. 

Birita Poulsen hevur tríggjar ferðir verið í finaluni í Stella Polaris, og hon hevur tvær ferðir sungið fyri Margrethu Drotning.

Fyri klassiska sangin og operuna, sum Birita meistrar so væl, og fyri at kveikja og stuðla upp undir framhaldandi yrkisligu leiðina fær unga sopranin Serstøku virðisløn landsins 2020.

Serstaka virðislønin er 50.000 kr., og hon verður latin listafólki, sum hevur víst serliga góðar gávur innan sítt øki, og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Tað var Jens Andreassen, sum bar Biritu Poulsen eina heiðursrøðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder