Serstakt flaggdagshald við skotsktum gestum í Sørvági

The Cameronians var ein av herdeildunum, ið vardi Føroyar undir krígnum, og umboð harfrá vitja Sørvág í morgin - eins og ein sekkjapípuspælari ger. Høvi verður eisini at síggja Merkið frá sluppini Eysturoy

- Hóast teir, ið eru á vitjan, eru veteranar, eru teir tó ov ungir til at hava tikið lut í seinna heimsbardaga. Hinvegin umboða teir herdeildina – og teir, ið ikki kundu vera við í dag. Bretska hersetingin merktiskt væl undir 2. Heimsbardaga

- Hóast teir, ið eru á vitjan, eru veteranar, eru teir tó ov ungir til at hava tikið lut í seinna heimsbardaga. Hinvegin umboða teir herdeildina – og teir, ið ikki kundu vera við í dag. Bretska hersetingin merktiskt væl undir 2. Heimsbardaga

2025-04-24 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nú 85 ár síðani, at ein onnur tjóð á fyrsta sinni viðurkendi Merkið sum føroyskt flagg. Hetta var Bretland, sum í apríl 1940 hersetti Føroyar fyri at verja landið frá týskari herting.

Eitt av støðunum, har hetta merkist best, var Vágum, har man millum annað fekk ein flogvøll og koyrdu á vinstru síðu av vegnum. Ein av skotsku herdeildunum, ið vardi Føroyar undir krígnum, var  The Cameronians Association.

Í sambandi við at 80 ár eru liðin síðan annar heimsbardagi endaði, og 85 ár síðan vit fingu flaggið, hevur Krígssavnið í ár boðið umboðum frá The Cameronians Association á vitjan.

Á hendan hátt verður serstakur dámur settur á flaggdagshaldið.

- Saman við umboðum frá bretsku sendistovuni í Keypmannahavn og
einum sekkjapípuspælara fara teir frá  The Cameronians Association at luttaka á flaggdagshaldinum í Tórshavn og í Sørvági, har haldið í ár verður á Krígssavninum.

- Hóast teir, ið eru á vitjan, eru veteranar, eru teir tó ov ungir til at hava tikið lut í seinna heimsbardaga. Hinvegin umboða teir herdeildina – og teir, ið ikki kundu vera við í dag.

Sí eisini: Ben Arabo heldur flaggdagsdøðuna

Flaggdagshaldið í Sørvági  byrjar klokkan 16.30 í morgin við missiónshúsið Libanon í Sørvági, har skúlabørn fara at ganga skrúðgongu. Klokkan 17.00 verður farið í gongd á Krígssavninum, har Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, heldur flaggdagsrøðu og Sørvágs tónleikarafelag spælir.

Serstaka flaggið, ið varð vundið á stong umborð á Eysturoynni í apríl 1940, verður eisini at síggja, boða fyrireikarar frá. Talan var um skipara úr Sørvági.

- Føroyska flaggið, ið varð vundið á stong fyri fyrstu ferð umborð á sluppini Eysturoynni, er til skjals á Krígssavninum. Harvið fólk hava høvi at síggja tað og hoyra søguna um Hans Mikkelsen, skipara úr Sørvági, sum hevði Merkið liggjandi umborð til høvið og vant tað á stong eftir boðum frá enska hervaldinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder