Mentamálaráðið: Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, hevur vunnið Mentanarvirðisløn landsins fyri 2020. Tað er greitt, nú landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur handað Sigrun Gunnarsdóttir heiðursbræv á samkomuni í Løkshøll í kvøld.
Í grundgevingini fyri, at Sigrun Gunnarsdóttir fekk Mentanarvirðislønina, stendur soleiðis:
Sigrun Gunnarsdóttir hevur alt sítt lív teknað, málað og skapað. Hon er egin við sínum líkningasøguligu málningum, sum varpa ljós á lívsins stóru spurningar um upphavið, undurfulla lívið og deyðan.
Sigrun Gunnarsdóttir, hvørs myndevni áhaldandi hugtaka og tala til okkara, er ein listakvinna í støðugari menning. Gjøgnum listina sigur hon søgur. Søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi. Hon gongur egnar leiðir við sínum sterka, livandi og súmbolska myndamáli.
Listakvinnan hevur sagt, at listin er hjartað, hon letur úr og gevur okkum.
Hon hevur eisini sagt, at tað, ið hjartað sær, gloymist ei. Og list hennara krevur júst av okkum, at vit síggja hana við hjartanum fyri at fáa stóru upplivingina.
Listagávurnar hjá Sigrun Gunnarsdóttir halda á at gleða og kveikja okkum í øllum lívsins viðurskiftum, tí hon hevur myndprýtt alt frá frítíðarskúla, fólkaskúla, miðnámsskúla til eldrabýli, sjúkrahús og kirkju.
Fyri listarligu gávurnar, Sigrun Gunnarsdóttir áhaldandi gevur okkum, fær hon Mentanarvirðisløn landsins.
Mentanarvirðisløn landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Saman við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 150.000 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald