
Ein vakur og heldur sjáldsamur fiskur gjørdi landgongd niðri í fjørðuni í Kvívík gjárkvøldið.
Talan er um flata og glitrandi fiskin, sum á føroyskum verður nevndur silvurkalvi, trachipterus arcticus á latíni.
Talan er um ein fisk, sum vanliga svimur á djúpum vatni, men tað er ikki óvanligt, at hetta fiskaslagið rekur inn á føroyskar firðir. Bjarni Mikkelsen lívfrøðingur á Havstovuni sigur, at man veit ikki nógv um liviháttin hjá hesum fiskaslagnum, men okkurt bendir á, at fiskurin kemur í trupulleikar um hann kemur ov langt upp í sjógvin. Eisini er hann stórur og flatur, og stendur nærmast sum eitt segl í sjónum, og harvið lætt kann verða tikin av rákinum.
Les eisini grein frá januar 2020: Silvurkalvi rikin á land
Martin Petersen var ein túr í fjørðuni í gjárkvøldið við tummastokkinum, og kundi staðfesta at fiskurin var yvir tveir metrar langur.
Har var eitt sindur av lívi í fiskinum, har hann lá. Fiskurin er nú deyður og fuglarnir gera sær dælt av rovunum.
Martin boðaði Havstovuni frá, men hvørki har ella á Tjóðsavninum var møguleiki at koma til Kvívíkar í gjárkvøldið at kanna fiskin nærri.
Jón Aldará á Tjóðsavninum sigur við Portalin, at so seint sum tollaksmessudag fekk Tjósavnið eina líknandi fráboðan, tá ein silvurkalvi var komin inn á sandin í Kaldbaksbotni.
Tann fiskurin varð fingin til høldar, liggur nú goymdur í eini frystiboks, so hann kann varðveitast og brúkast í framsýningini hjá savninum.
Jón Aldará sigur, at tað er fleiri ferðir komið fyri hesi seinastu árini, at silvurkalvar eru sæddir deyðir ella hálvdeyðir í fjøruni í Føroyum.
Fiskurin er vakur at sjá við skínandi silvurlittari roðslu og reyðari ryggfjøður. Jón Aldará heldur, at navnið silvurkalvi hóskar stakv væl.
- Vit hava sæð, at roðslan líka sum oksiderar á fiskinum, tá hann doyr og hann gerst svartari á liti. Júst sum tað ger við silvuri, sigur Jón Aldará.
Myndirnar hevur Brynjálvur Petersen tikið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald