Innanlands

Sitandi løgmaður klárar seg best

Spyr.fo hevur biðið veljaran meta um evnini hjá floksformonnunum

Formansumfar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Formansumfar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-08-15 17:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, stendur seg best, tá veljararnir verða bidnir um at meta um evnini hjá floksformonnunum á tingi innan ymisk økir.

Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Portalin fyri viku síðani, vórðu tey spurdu eisini biðin um at meta floksformenninar út frá trúvirði, samskifti, floksleiðslu og evni at vera løgmaður. Spyrjarin skuldi geva karakter millum 1 og 5 har 3 er miðal.

Og tað eru bert tveir av floksformonnunum, sum klára seg yvir miðal, tá allir veljarar verða spurdir.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, vísir seg at vera toppskorari í øllum parametrum. Hann fær 3,4 í trúvirði, sum floksleiðari og sum løgmansevni, og 3,3 í samskifti.

Hin, sum verður mettur at klára seg yvir miðal, er Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum fær 3,3 í trúvirði og floksleiðslu, 3,2 í samskifti og 3,0 sum løgmansevni.

At sitandi løgmaður skorar høgt, tá spurt verður um, hvør skal vera løgmaður, er ikki ókent. Henda kanningin vísir, at fólk eisini halda sitandi løgmann vera er best egnaður eisini.

Sí eisini: Alt fleiri hóva Aksel sum løgmann  

Samlað er tað Høgni Hoydal, sum klárar seg triðbest, men tað er bert í spurninginum um samskifti, at formaður Tjóðveldis fær yvir miðal í karakteri frá veljarunum.

Sambært nýggjastu veljarakanning hjá Spyr.fo, so stendur Fólkaflokkurin til at gerast størsti flokkur: Javnaðarflokkurin tekur inn á Fólkaflokkin 

Men tað tykist ikki, sum um formaður floksins, Jørgen Niclasen, stendur so sterkur í eygunum hjá veljarunum. Jørgen Niclasen fær næstbest karakter í samskifti, men klárar seg ikki so væl á hinum økjunum.

Í spurninginum um løgmansevni skorar Jørgen Niclasen einans 2,2 og tað kundi bent á, at hansara egnu veljarar heldur ikki hava so stóra tiltrúgv til hansara evni at standa á odda fyri einum komandi landsstýri.

Í kanningini eru øll spurd, og hon vísir tí, at formenninir fyri teir stóru flokkarnir generelt klára seg betur enn formenninir fyri teir smærru flokkarnar – helst tí at veljarin ofta vil geva sínum ”egna” formanni betri umdømi, enn hvat formenninir fyri hinar flokkarnir fáa.

Men í hesi kanningini klárar Poul Michelsen, formaður Framsókns, seg líka væl sum Jørgen Niclasen – teir fáa báðir 2,7 í miðal ella 10,9 til samans.

Spyr.fo gjørdi eina líkandi kanning í januar mánaði. Sí: Aksel hevur trúvirði – Jørgen dugir at samskifta 

Áhugavert er at síggja í nýggju kanningini, at bæði Aksel V. Johannessen og Bárður á Steig Nielsen ganga munandi fram á øllum økjum í mun til kanningina, sum var gjørd í januar. Aksel frá einum miðal á 3,2 til 3,4 og Bárður frá 3,0 til 3,2.

Jenis av Rana og Høgni Hoydal hava eisini eina framgongd. Høgni úr 2,7 til 2,8 í miðal og Jenis úr 2,5 til 2,6.

Hinir floksformenninir ganga aftur í sínum metingum. Jógvan Skorheim mest frá 2,7 til 2,4.

Kanningin varð gjørd hósdagin í síðstu viku, 8. august. Sigast skal, at tá var tað bara Miðflokkurin, sum hevði havt sína framløgu av valskránni til løgtingsvalið.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder