placeholder
Innanlands

Sjálvsvenjing nú eisini fyri fólk undir 67 ár

Fólk í aldrinum 60 til 67 ár í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu fáa nú møguleika at venja sjálvsvenjing. Byrjað verður týskvøldið.

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2019-11-23 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri nøkrum árum síðani kom Nánd við einum tilboði um sjálvsvenjing fyri fólk, sum vóru 67 ár og eldri.

Endamálið var at geva eldri borgarum í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu møguleika "at fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív", og sambært Eysturkommunu, hevur stýrið fyri Nánd nú samtykt at víðka um tilboðið, so tað nú eisini verður galdandi fyri fólk millum 60 og 67 ár.

Sjálvsvenjing fyri 60 til 67 ára gomul byrjar týsdagin 26. november kl. 19 í venjingarhølinum í Leirvík.

Í venjingarhølinum eru ymisk venjingartól, har fólk kunnu venja, og verður fyrisoterapeutur eisini til staðar at vegleiða um nýtsluna av tólunum.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder