Sjukrahus.fo er pallurin har allir íbúgvar í Føroyum, sum hava tørv á sjúkrahúsviðgerð ella kanning, kunnu finna ráð og kunning, uttan mun til hvar tit eru stødd.
Hetta er nýggja heimasíðan hjá teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum.
Um heimasíðuna verður sagt, at tað er tænastan til tykkum øll, ið hava ørindi í Sjúkrahúsverkinum, sum er í miðdeplinum á nýggju heimasíðuni, og er hon eisini brúkaravinarlig á øllum talgildum pallum.
Nýggja heimasíðan hevur í fleiri umførum verið latin starvsfólki, brúkarum og fakfólki annars, at viðmerkja og góðkenna, og tað hevur verið gjørt fyri at tryggja smálutir.
- Takka verið starvsfólki í øllum Sjúkrahúsverkinum, finna tit tí greiða, einfalda og dagførda kunning, um viðgerðir, kanningar og praktisk viðurskifti í Sjúkrahúsverkinum, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald