Innanlands

Skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum

Tveir bilførarar vórðu í nátt skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir, og tveir persónar vórðu eisini tiknir við lítlari nøgs av rúsevnum uppiá sær

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-11-18 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir bilførarar vórðu í nátt skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.

Hetta var í ávikavist Eysturoynni og í Norðurøkinum.

Umframt hetta skrásetti løgreglan eisini tvey onnur mál um rúsevni, har tveir persónar í Eysturoynni vórðu tiknir við rúsevnum uppiá sær. Talan var um eina lítla nøgd til egið brúk - uml. eitt gram, og tað gevur eina bót, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Annars hevur náttin verið rættiliga friðarlig. Tó fekk ein eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar í Havn.

Viðkomandi hevði fingið ov nógv niðurum og vísti harðligan atburð móti øðrum. Hann varð tikin við á løgreglustøðina at sova rúsin av sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder