Innanlands

Skulu nú kanna handfaringina hjá Strandferðsluni

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fer nú av álvara inn í málið um hekkuportrið á Galaxy. Upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar, hava reist spurningar, er staðfestingin

Tað er Jóhan Christiansen, sum umstiur samferðslumál. Landsstýrismaðurin hevur ikki vil gjørt viðmerkingar til miðlarnar um málið í vikuni, men nú er meldað út, at okkurt fer at henda (Savnsmynd)

Tað er Jóhan Christiansen, sum umstiur samferðslumál. Landsstýrismaðurin hevur ikki vil gjørt viðmerkingar til miðlarnar um málið í vikuni, men nú er meldað út, at okkurt fer at henda (Savnsmynd)

2025-10-07 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kringvarpið hevur seinastu tíðina gjørt nógv við málið um hekkuportrið á Galaxy, sum stóð opið undir túri suður 1. september.

Persónurin, sum tók myndina á dekkinum, er alment stigin fram hesa vikuna. Ídag er eisini komið í ljósmála, at Strandferðslan visti um støðuna tvær vikur áðrenn, málið gjørdist alment.

Stjórin á Strandferðsluni hevur í skrivi í morgun gjørt greitt, at man tekur nýggju upplýsingarnar frá vitnunum í álvara. Samstundis harrmaðist Niels Juel Arge um, at persónurin, ið tók myndina, ikki boðaði frá beinanvegin.

Sí eisini: Nú tekur Strandferðslan myndina í álvara

[object Object]
Nógv umrødda myndin av dekkinum á Galaxy. Myndatakarin var í lógligum ørindum á dekkinum, tá hann tók myndina

Sjóvinnustýrið hevði stutt málið um hendi, men einki meira varð gjørt. Maskinmeistarafelagið tók tó sakina í egnar hendur, og sendi eina fráboðan til sjófartsmyndugleikarnar á Kýpros, har Galaxy er heimahoyrandi.

Nú fara almennu myndugleikarnir í Føroyum eisini av álvara inn í málið. 

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Strandferðsluni, hevur gjørt av at fara at kanna, hvørt Strandferðslan hevur handfarið málið á nøktandi hátt.

Hesum boðar aðalráðið frá í skrivi seinnapartin.

- Sjóvinnustýrið tekur sær av at kanna trygdina umborð á Galaxy. Upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar, hava tó gjørt, at spurnartekn kann setast við, hvussu Strandferðslan hevur handfarið málið. 

Tað er Jóhan Christiansen, sum umstiur samferðslumál. Landsstýrismaðurin hevur ikki vil gjørt viðmerkingar til miðlarnar um málið í vikuni, men nú er meldað út, at okkurt fer at henda.

Galaxy siglir helst ikki um Suðuroyarfjørð longur enn hesa vikuna. Arbeitt verður av øllum alvi við at fáa Smyril aftur til vikuskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder