2021-01-08 21:38

Fyrireikingarnar á Hálsi í Havn eru av álvara farnar í gongd, men bryggjaríið manglar navn.
Tí skipar stjórin á bryggjarínum, Petur Petersen, fyri navnakapping, har møguleiki er fyri at vinna okkurt leskandi, tá tað verður klárt.
Á Facebook hjá Peturi Petersen eru longu nógv boð komin inn, og onkur skrivar skemtiliga at navnið átti at verið “Peturs øl“.
Í summar er ætlanin at fyrstu ølirnar og cider fara um diskin.
Les eisini: Triðja bryggjaríið í Føroyum klárt í summar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald