Uttanlands

Sonja drotning innløgd

Varð flutt við tyrlu úr fjallasmáttuni har kongshjúnini hildu páskafrí - hevur trupulleikar við andingarleiðini

Sonja drotning avmyndað saman við íslendska forsetanum, tá Halla Tómasdóttir vitjaði í Oslo fyrr í mánaðinum (Mynd: EPA)

Sonja drotning avmyndað saman við íslendska forsetanum, tá Halla Tómasdóttir vitjaði í Oslo fyrr í mánaðinum (Mynd: EPA)

2025-04-22 09:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska Sonja drotning, er løgd inn á ríkissjúkrahúsið í Oslo har hon skal kannast orsaka av trupulleikum við andingarleiðini.

Tað upplýsir norska kongshúsið í morgun.

Drotningin varð flutt á sjúkrahúsið í tyrlu frá kongaligu fjallasmáttuni, Prinsehytta, sum liggur í Sikkilsdalinum, har kongshjúnini hildu páskafrítíðina.

87 ára gamla Sonja drotning er gift við Haraldi kongi, sum hevur siti á norsku kongstrónuni síðan 1991. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder