Uttanlands

Starmer lovar ukrainum stuðul

Bretski forsætisráðharrin hevur tosað við bæði Zelenskyj og Trump eftir orðadráttin í Hvítu Húsunum fríggjakvøldið

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer (Mynd: EPA)

2025-03-01 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer lovar ukrianum "óvikaligan stuðul" eftir orðadráttin millum ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og amerikanska forsetan, Donald Trump í Hvítu Húsunum fríggjakvøldið.

Les eisini: Zelenskyj og Trump í orðadrátti fyri opnari mikrofon

Starmer hevur tosað við báðar forsetanar eftirfylgjandi, upplýsir talsfólk hjá skrivstovu hansara.

– Hann ger alt, hann kann, fyri at finna eina leið til varandi frið, sum byggir á sjálvræði og trygd fyri Ukraina, verður sagt sambært Ritzau.

Tað var ætlanin, at USA og Ukraina skuldu undirskriva eina avtalu um ukrainsk ráevni, meðan Zelenskyj var í USA, men partarnir fóru hvør til sítt uttan avtalu.

Í dag fer ukrainski forsetin til Stórabretlands at hitta Starmer, sum í morgin er vertur fyri einum evropeiiskum toppfundi um støðuna í Ukraina.

Les eisini: Starmer kallað inn til evropeiskan fund um Ukraina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder