Kanningar vísa, at nógv fólk arbeiða niðursetta tíð. Hetta er eisini galdandi fyri limirnar í Starvsmannafelagnum. Serliga er tað ein stórur partur av kvinnum, sum arbeiða niðursetta tíð, tó at fimta hvør kvinna, ið arbeiðir niðursetta tíð, kundi hugsað sær at arbeitt meira.
Støðan hevur fíggjarligar avleiðingar fyri starvsfólk í niðursettari tíð og fyri familjur teirra, og ávirkar pensjónsuppsparingina. Stóra talið av kvinnum í niðursettari tíð er sostatt eitt av størstu vandamálunum, tá ræður um javnstøðu í Føroyum, skrivar Starvsmannafelagið.
Fólk, sum vilja arbeiða niðursetta tíð, eiga at sleppa tað, eisini um tað er eitt fyribils ynski.
Starvsmannafelagið heldur, at starvsfólk, sum vilja tað, eiga at fáa møguleika at arbeiða fulla tíð ella at fara upp í tíð.
Starvsmannafelagið hevur kosið sær 6 kjarnumál í valárinum 2019. Hoyr Regin Berg, stjørnmálafrøðing, greiða frá kjarnumáli 3 her.
Tey 6 kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í 2019 eru:
1: Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar
2: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í tíðaravmarkaðum størvum verða betri vard
3: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í niðursettari tíð verða betri vard
4: Fáa greiðari mørk millum arbeiðslív og frítíð
5: Hægri politiska raðfesting av førleikamenning og vaksnamannaútbúgving
6: Livikorskanningar, ið varp ljós á støðuna hjá føroyska løntakaranumn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald