Mentan

Stella Polaris: Ikki nøkur løtt uppgáva at kjósa vinnarar

Vinnarar í aldursbólkinum til og við 17 ár gjørdust Sophilia Alicia Wraae Mukisa, Maria Petersdóttir Gaardbo, og bólkurin iKai - Tey eldru kappast í dag

(Mynd: Tórshavnar Musikkskúli)

(Mynd: Tórshavnar Musikkskúli)

2022-02-12 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsti dagur í tónleikakappingini Stella Polaris er av, og í gjár framførdi aldursbólkurin til og við 17 ár í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Tað var ikki ein løtt uppgáva at kjósa vinnarar, tí sum Edith Dahl Jakobsen, frásøgufólk segði, so eru tey øll vinnarar. Í dómsnevndini sita Magnus Johannessen, Maria Guttesen, Høgni Lisberg, Benjamin Petersen og Guðrun Sólja Jacobsen.

Triðja virðisløn varð latin Sophilia Alicia Wraae Mukisa. Onnur virðisløn varð latin Mariu Petersdóttir Gaardbo, og vinnarin gjørdist bólkurin iKai.

Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómur frá Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar kappingina.

Kappingin heldur fram í dag, og seinnapartin verða tað luttakarar í aldursbólkinum 18 - 24 ár, sum fara at kappast.

Til ber at koma í Hátún at lurta eftir luttakarunum, men kappingin verður eisini stroymd á heimasíðuni www.tm.fo. Kappingin byrjar klokkan 13.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder