
Í Stjórnini - politikkur á skák á FM1 mikudagin varð komið inn á nýskipanarnevndina hjá løgmanni, og hvat hon kundi gjørt sum tað fyrsta. Eitt er, at minka um aðalráðini, hildu teir fyri.
- Sat eg í stólinum hjá Ben Arabo sum formaður í nýskipanarnevndini, hevði eg gjørt eina trýstroynd beinanvegin, og roynt at fingið semju millum flokkarnar um, at tað bara eru seks aðalráð, sum skulu mannast, og tað talið liggur fast, segði Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og fastur í panelinum.
Les eisini: Stjórnin: Hesir báðir skuldu ikki verið við í nýskipanarnevndini
- Eg trúgvi at teir fýra stóru flokkarnir høvdu tikið undir við tí, og tað kundi verið sendur ein følari út, um tað í heila tikið ber til, segði hann.
Men tað kann gerast trupult at fáa smærru flokkarnar við, helt Heðin Zachariasen.
- Vit kenna tað sjálvir, at tá man telvar til eina samgongu og tað byrja at koma knútar á, so ger man so at man fær eitt landsstýrisfólk afturat og eitt aðalráð afturat.
- Tað hevði helst borið til, at fingið teir fýra stóru flokkarnar at tikið undir við tí. Men tað kanska knípur hjá teimum smáu. Um teir smáu koma í eina samgongu er nevniliga ofta, at tað fer upp um tey seks aðalráðini, segði Jóannes Eidesgaard.
Óskikkur
Hetta var eisini nakað, sum Tórbjørn Jacobsen tók undir við.
- Hetta er blivið ein øgiligur óskikkur. Alt viðvíkjandi landsstýrinum og talið av landsstýrisfólkum skal passa inn í eina politiska kabal. Tað ger, at tú flytir eina rúgvu av politiskum málsøkjum og satarvsfólk frá har, sum tey vóru áðrenn. So tað gongur eitt ár ella meira áðrenn fólk hava funnið síni bein aftur í einum øðrum ráði.
- Tað skuldi verið knæsett í einari lóg áðrenn, at talið av aðalráðum og málsøkjum var fastsett. Soleiðis fært tú skipanina meira driftsikkraða.
--
Stjórnin - politikkur á skák verður sent beinleiðis FM1 mikudagar eftir tíðindini klokkan 17. Í panelinum hjá Árna Gregersen eru Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen.
Øll sendingin Stjórnin - politikkur á skák hoyrist her
--
Sí eisini
- Jóannes kappaði høvdið av seks borgarstjórum í Suðuroy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald