Innanlands

Stórur dagur í løgtinginum í morgin

17 mál skulu fyri, harav nøkur verða viðgjørd undir einum. Millum málini eru 2. viðgerð av áseting av pensjónsaldri og uppskoti um Suðuroyartunnilin. Tingfundurin mikudagin byrjar klokkan 10

Tað verður ein langur og áhugaverdur dagur í tinginum í morgin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tað verður ein langur og áhugaverdur dagur í tinginum í morgin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-29 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ein long dagsskrá, sum bíðar tingfólki í morgin, mikudagin 30. apríl. 

Øll kann síggjast á logting.fo

Áðrenn Løgtingið fer í eina langa summarfrí skulu nógv mál avgreiðast. Har í millum eru heilt stór mál, og fleiri teirra eru á breddanum mikudagin. Millum annað verður talan um 2. viðgerð av áseting av pensjónsaldri og 2. viðgerð av uppskotinum um Suðuroyartunnilin.

Hesi bæði komu úr nevnd seint í gjárkvøldið. Tað var stutt fyri tíðarfreistina á midnátt.

Seinastu álitini eru komin uppá pláss, og tað tykist at vera ein semja um at taka næsta stig í nøkrum stórum málum.

Sí eisini: Meiriluti fyri linjuføringini til Djúpadals

Tó eru nøkur ivamál eftir, og líkamikið hvat so verður tað ein áhugaverdur dagur í tinginum.

Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 10

Yvirlit yvir viðgerirnar kann síggjast á logting.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder