Á tjaldingarøkinum á G! festivalinum eru fleiri sum gera nógv burtur úr. Summi meira, og onnur minni.
Teir í tjaldingarleguni sum rópa seg “Svanareiðrið” hava gjørt sær serligan ómak, og tað hevur við sær at teir hava vunnið heiðurin sum “Ársins camp“. Ein nevnd hevur vitjað tjaldingarøki.
- Hevur tín camp eitt flagg? Flott. Eina sofu? Eyka flott. Men hevur tín camp bygt ein hátalara inn í ein fokking svana? I don’t think so. Hava tit framleitt egið búmerki til allar tykkara øl? Nope. Tað er hetta støðið av dedikatión og eldhuga sum fólkini í Svanareiðrinum hava lagt í teirra camp, sigur dómsnevndin.
Har var onki at ivast í. Tá nevndin sá Svanareiðrið læt úr teimum øllum: “Hetta er tað”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald